Fríggjadagin 12. juli verður mentanarnátt á Tvøroyri.
Alt er ikki bara vinnulív á Tvøroyri. Nú hava fólk tikið seg saman at skipa fyri mentunarnátt á Tvøroyri. Fyriskipararnir siga, at nógv spennandi til allir aldursbólkar verður á skránni m. a. Sjó -og Bygdasavnið verður opið, fyrilestur á bókasavninum, aftankvirra í kirkjuni, handlarnir hava leingi opið, listaframsýningar, loppumarknaður.
Enn er ikki alt komið upp á pláss, men skráin er í løtuni í ferð við at vera løgd, har nógv tiltøk eisini eru til børnini. Skráin verður almannakunngjørd seinni, siga tær báðar Mina Debes og Póla Strøm á Kunningarstovuni á Tvøroyri.