Í meiri enn tjúgu ára gomlu søguni hjá Premier Leaguni var tað undan dagsins dysti ongantíð eydnast Liverpool at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti Stoke.
Í dag eydnaðist tað Liverpool at fáa bilbukt við soltnu hagtølini á Britannia Stadium. Liverpool vann 5-3, eftir at hálvleiksstøðan var 2-2. Harvið megnaði Liverpool - eins og allir hinir favorittarnir í hesum umfarinum - at vinna fulla úrtøku.
Størsta partin av 1. hálvleiki sá tað út til, at tað skuldi eydnast Liverpool at vinna tryggan sigur, tí eftir hálvan tíma økti Luis Suarez til 2-0. Fyrsta málið var sjálvmál. Men lítla løtu undan steðginum svaraði Stoke tvær ferðir aftur. Peter Crouch minkaði um munin við hegnisligum stútara, og so javnaði Charlie Adam við framúr langskoti.
Eftir steðgin leikaði tað javnt á, men so setti dómarin seg sjálvan í miðdepulin, tá ið hann sá eitt Liverpool brotsspark, sum neyvan nakar annar sá. Liðformaðurin Steven Gerrard, sum var við aftur eftir langan skaðasteðg, umsetti úr ellivu metrum til 3-2. Stoke spenti álopsbogan, og tað leikaði hart á. Men tað var enn eina ferð toppskjúttin Luis Soarez, sum átti avgerandi leiklutin, tá ið hann økti um leiðsluna til 4-2.
Síðstu løtuna gekk tað skjótt úr øðrum endanum og í hin. Seks minuttir undan leikloki minkaði Jonathan Walters um munin, tá ið Liverpool verjan ikki sá so sannførandi út. So var aftur heilt spennandi, men bara í tríggjar minuttir. Daniel Sturridge staðfesti 5-3 Liverpool sigurin, sum ber við sær, at tað eru fimm stig fram til oddaliðið Manchester City.