Eisini Jenis var fyri

Í umrøðuni í blaðnum í gjár um viðgerðina í løgtinginum um oljuhavn í Suðuroy, komu vit tíverri at gera Jenisi av Rana órætt.

Vit gloymdu nevniliga at nevna hann ímillum tey, sum atkvøddu fyri uppskotinum.

Men við hesum verður tað so staðfest, at Jenis av Rana var ein av teimum 11 løgtingslimunum, sum atkvøddu fyri at leggja oljuhavn í Suðuroynni.


?Áki?