Eisini Heimsins besti

Enn ein heiður til Ronaldo. Brasilska Marta gjørdist Heimsins besti spælari hjá kvinnunum.

Fótbóltur

 

Síðani Ronaldo vann ”Ballon d´or” og gjørdist ársins spælari í Evropa fyrst í desember, hevur hann vunnið tvey heiti. Saman við Manchester United eydnaðist tað Ronaldo at vinna heimsmeistaraheitið fyri felagslið, og nú er hann av FIFA kosin at verða Heimsins besti fótbóltsspælari. Tað var stóra brasilska legendan, Pelé sum handaði einum rørdum Christiano Ronaldo prógvið um, at hann er Heimsins besti fótbóltsspælari hjá monnum: - Hetta er ótrúligt, og ein ógvuliga serstøk løta í lívi mínum. Nú vil eg bara siga við systur mína, og mammu mína, at tær kunnu byrja at senda fýrverkið upp í luftina. Ronaldo vann heiðurin í kapping við Lionel Messi, Xavi, Kaká og Fernando Torres.

 

Pelé spáddi rætt

 

Í fjør handaði Pelé eisini virðislønina til Heimsins besta spælara, sum tá var landsmaðurin, Kaká. Pelé tvíheldur, at hann spáddi, at Christiano Ronaldo fór at vinna heiðurin í ár: - Eg minnist eg segði við hann: “at næsta ár vinnur tú!”. Greiddi Pelé frá, tá hann handaði virðislønina til Ronaldo. Ronaldo er valdur til Heimsins besta av landsliðsvenjarum og landsliðskiparum úr øllum FIFA-londum. Brasilska, Marta, sum spælir við Umeå í Svøríki, vann heiðurin sum ársins spælari hjá kvinnum, triðja árið á rað: - Eg vil gjarna takka Gudi, mínari familju, og øllum sum hava trúð uppá meg gjøgnum árini. Segði Marta, aftaná at hava vunnið heiðurin í kapping við, Kelly Smith, Birgit Prinz, Nadine Angerer og Christiane. ”Fair Play”- virðislønin hjá FIFA fór til Armenia og Turkaland, meðan virðislønin hjá FIFA-forsetanum fór til tað amerikanska kvinnulandsliðið. FIFA gav eisini tí palestinska fótbóltssambandinum ein serstakan prís fyri at hava fingið altjóða fótbólt á breddan á Vestara Áarbakka.