Aftur í gjár vóru nógvir tilburðir av koronu. Í gjár vórðu nevniliga 269 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað er nakað væl minni enn í fyrradagin, men talið á kanningum er eisini nógv minni. Í gjár vórðu 2.941 fólk kannað og sostatt er smittutrýstið framvegis yvir níggju prosent. Tað merkir av yvir níggju prosent av teimum kannaðu eru smittað.
Landslæknin hevur áður sagt, at smittutrýstið skal helst niður um 1,5, so enn er langt á mál.
Í løtuni eru tað 1.724 fólk í Føroyum, sum hava koronu. Nú er talið á innløgdum eisini hækkað, nú nú liggja seks fólk á sjúkrahúsi við koronu. Fýra av teimum eru innløgd beinleiðis tí at tey hava koronu, men tvey eru innløgd av øðrum orsøkum, men hava so koronu afturat.
Trýst her og les tað, Bjarni á Steig, segði á FM1 á miðdegi í dag um koronu.