Eisini Grønland kvinnuligan kringvarpsstjóra

Í dag gjørdist greitt, at Ivalo Egede skal taka við sum stjóri í grønlendska kringvarpinum KNR Kringvarpsnevndin sigur, at tað vóru fleiri væl vkikkaðir umsøkjarar til stjórastarvið, men at nevndin at enda samdist um at velja Ivalo Egede.

Hon er útbúgvin cand. comm. frá Roskilde Universitetscenter og hevur arbeitt sum kunningarfólk hjá Grønlands Naturinstitut og sum kunningarstjóri hjá heimastýrinum. Hon er í løtuni formaður í Útvarps- og Sjónvarpsnevndini og nevndarlimur í felagnum, sum gevur út blaðið Sermitsiaq.

Ivalo Egede tekur við stjórastarvinum í KNR tann 1. januar 2009, tá hon fer frá sum sølustjóri hjá Royal Arctic Line.