Eisini ein hálvsystir

Síðan greinin um sjey systkin, ið vóru og vitjaðu yngsta beiggja teirra, Poul, sum fylti 60 ár, stóð í Sosialinum, (nr. 212 frá 5. november 2004), er eitt ískoyti komið, um at tey 8 systkini eisini áttu eina hálvsystir, Elisabeth, sum doyði í 1985.

Frágreiðingin er tann at pápi Poul, Jens Olsen, giftist við Elisabeth Poulsen av Eiði, og fingu tey oman fyri nevndu Elisabeth saman. Hon fekk sama navn sum mamman, ið doyði á barsilssong, tá hon varð fødd.

Hendan Elisabeth giftist við Arna Johansen av Tvøroyri, har tey búsettust. Tey fingu níggju børn saman. Elisabeth doyði í 1985, 63 ára gomul.

Jens giftist upp aftur við Josefinu Matras, ið var ættað frá Gjógv. Hon var mamma til tey átta systkini á myndini.