Eisini eg fekk tilboð um at verða borgarstjóri

– Heðin Mortensen hevur eisini bjóðað mær at verða borgarstjóri í Havn, men eg havi biðið hann virða støðuna, sigur Bogi Andreasen

 

– Hevði eg viljað, hevði eg verðið næsti borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

 

Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, sum eisini varð afturvaldur á valinum í november.

 

– Heðin Mortensen hevur nevniliga bjóðað mær at verða borgarstjóri, leggur hann afturat.

 

Støðan, sum tók seg upp eftir at úrslitið av býráðsvalinum í Havn varð greitt, hevur verið sum ein dramatiskur sjónleikur.

 

Fyrst avtalaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin at skipa nýggja samgongu, har Heðin Mortensen skuldi halda fram sum borgarstjóri.

 

Men longu dagin eftir fór tann avtalan í vaskið, tí tá fekk Fólkaflokkurin, og serliga Annika Olsen, eitt betri tilboð frá Tjóðveldi og Framsókn, um at skipa samgongu við Anniku Olsen sum borgarstjóra.

 

Síðani hava teir tríggir flokkarnir avtalað, hvussu tær ymsu nevndirnar skulu mannast, og tey eru eisini komin væl áleiðis at skrivað eitt samgonguskjal.

 

Men tað er eingin loyna, at tað er rættiliga fallið Javnaðarflokkinum, fyri bróstið, at Fólkaflokkurin leyp frá avtaluni. Ikki minst fall tað Heðini Mortensen fyri bróstið, tí best sum hann hevði tryggjað sær at halda fram sum borgarstjóri í fýra ár afturat, misti hann alt úr hondunum aftur.

 

Og síðani hevur hann fleiri ferðir roynt at seta kílar í nýggju samgonguna ímillum Tjóðveldi, Fólkaflokkin, og Framsókn, og so seint sum í gjár skrivaðu vit, at hann hevði bjóðað Gunvør Balle at verða borgarstjóri í Havn. Og sama tilboð sigur hann, at hann hevur givið Framsókn, vilja tey skipa samgongu har Javnaðarflokkurin er ein partur.

 

 

Les eisini: Heðin bjóðar Gunvør borgarstjórasessin

 

 

Men Bogi Andreasen sigur, at hetta er ikki einasta royndin hjá Heðini Mortensen at seta kílar í ætlaðu samgonguna í býráðnum.

 

– Fyri tveimum vikum síðani bjóðaði hann mær á fund, har hann bjóðaði mær at verða borgarstjóri í Havn, sigur Bogi Andreasen

 

– Eg takkaði fyri álitið, men gjørdi greitt, at eg tók ikki av, tí eg vísti á, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava avtalað at skipa samgongu, og at tann avtalan stendur við.

 

– Eg heitti eisini á Heðin Mortensen um at virða politisku støðuna í býráðnum, leggur Bogi Andreasen afturat.

 

Tí heldur hann, at Heðin Mortensen átti at ásanna støðuna og viðurkent, at samráðingarnar um samgongu eru avgreiddar. Og tí heldur hann eisini, at Heðin Mortensen átti at kalla nývalda býráðið saman, so at tað kundi skipað seg.

 

– Vit vildu fegin sloppið at hildið jól í frið fyri hesum, leggur hann afturat. 

 

Hann heldur eisini, at tað hevði verið virðiligt, at allir býráðslimir høvdu havt høvi at møtt tann fyrsta fundin, tá ið nýggja býráðið verður skipað, men triðja jóladag fer tann eini býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Jákup Dam, av landinum, og so mugu boð sendast eftir varamanninum, sum er Jógvan Arge.

 

 

Les eisini: Hetta er ógvuliga keðiligt

 

 

Bogi Andreasen heldur, at samstarvið í nýggju samgonguni, er gott, og at hann hevur ongan persónligan tørv á at verða borgarstjóri, hóast tað er eitt tilboð, ein ikki kann vænta at fáa so ofta.

 

– Ikki tí, at tað hevur nakran serligan týdning sum so, men eg haldi heldur ikki, at tað er nakar skaði í at valdið á Vaglinum skiftir, og at vit nú fáa tvær kvinnur í teir báðar fremstu sessirnar, nevniliga Anniku Olsen sum borgarstjóra, og Gunvør Balle sum varaborgarstjóra, sigur hann.

 

Hinvegin vil hann einki siga um tey politisku málini, hendan samgongan hevur sett sær fyri, tí tey verða almannakunngjørt tá ið samgongan er formliga skipað.

 

Tað er ongin loyna, at Fólkaflokkurin er veikur í høvuðstaðnum, og at tað eru mong, sum undrast á, at Tjóðveldi og Framsókn geva honum hendan gylta møguleikan at reisa seg aftur.

 

Men tað er Bogi Andreasen ikki samdur í.

 

Hann sigur, at tað er væl trúligt, at flokkurin kann fáa framgongd á næsta býráðsvali. Men sum heild heldur hann, at tað krevur meiri enn eitt valskeið at menna flokkin aftur í Havnini.

 

– Men tað mest avgerðandi verður kanska, hvussu Annika Olsen fer at standa seg sum borgarstjóri, leggur hann afturat.