Bilverksmiðjan Ford hevur gjørt av at umvæla ikki færri enn 3,8 milliónir bilar, tí teir hava brek.
Tað hevur víst seg, at bilarnir hava eitt brek, sum ger, at eldur kann koma í motorin, sjálvt um motorurin er sløktur. Sambært CNN hevur Ford fingið kærur frá umleið 660 bileigarum, sum hava kært seg um, at eldur brádliga kom í bilarnar, og at teir stóðu í ljósum loga eftir lítlari løtu.
Brekið hevur fingið nógva umrøðu í USA, eftir at CNN avdúkaði tað, og amerikonsaku ferðslumyndugleikarnir kravdu alt fyri eitt, at Ford skuldi umvæla bilarnar fyri egna rokning. Sum skilst eru tað yvirhøvur vøruvognar og smáir lastbilar, sum hava brekið, ið kann festa eld í teir.