Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
Nú stórur ágangur er á landsstýriskvinnuna í almannamálum og samgonguna annars fyri ávísar ófantaligar spariætlanir, so roynir Tjóðveldi at halda seg í fremstu røð. Høgni skrivar. Og krúnprinsessan, Annita. Og ein av fornu røddunum, sjálvur Jógvan Arge. Drúgvar greinar, øll um tað sama. Men tað er ikki nóg mikið. Tí tann sera skrivingarsama Bergtóra Høgnadóttir Joensen vil eisini ríða við í kappingini um nøkur partapolitisk poeng í hesi fólksligu mótmælisalduni.
Í síni grein nevnir Bergtóra m.a. hesi ”inntriv í gerandisdagin hjá pensjonistum”:
- ”Møguleikin hjá pensjonistum at fáa stuðul til vitaminir og kostískoyti er tikin burtur”
- ”Egingjaldið til heilivág er hækkað”
- ”Stuðul til heilivág er skerdur”.
Eg eri samdur í, at hetta vóru alt negativar broytingar, sum blivu framdar í desember 2008, og sum elvdu til stóran ruðuleika á stuðulsøkinum fyri heilivág, og fyri nógvar brúkarar førdi tað eisini til ógvisliga dýrkan av teirra neyðuga dagliga heilivági.
Men Bergtóra eigur at vita – og fegnast um - at beint fyri jól samtykti løgtingið einmælt nýggju lógina um Heilsutrygd, har ein hornasteinur er nýggja tilskotsskipanin fyri heilivág, sum kemur í gildi nú 1. apríl.
Tá henda hesar broytingar:
- At stuðulin til heilivág verður hækkaður so nógv, at egingjaldið hjá pensjonistum, børnum og varandi sjúkum verður sett so langt niður, at ongin teirra kemur at gjalda meir enn 1195 kr um árið – svarandi til knappliga 100 kr. um mánaðin!
- At egingjaldið hjá øllum øðrum brúkarum av heilivági í mesta lagi verður 1600 kr um árið, svarandi til 133 kr. um mánaðin!
- At pensjonistar fáa lógarfestan rætt til stuðul til vitaminir, kostískoyti o.t. heiliráð.
Hetta eru jú stórfingnar broytingar, sum koma í gildi um hálvantriðja mánað. Vit eiga at fegnast um, at tað á slíkan fyrimyndarliga hátt ber til at rætta uppaftur upp á avgerðir, sum ikki vístu seg at vera rættar men tvørturímóti.
Spariætlaninar hjá landsstýriskvinnuni á almannamálum, sum so harðlig mótmæli hava verið ímóti í seinastuni, verða tikin upp á landsstýrisfundi mánadagin. Eg ivist ikki í, at landsstýrið tá fer at taka eina ábyrgdarfulla støðu í málinum.