Tað gongur framá hjá P/F Trygd, sum nú í nøkur ár hevur verið annar aktørurin á føroyska tryggingarmarknaðinum.
Ársroknskapur felagsin varð fríggjadagin lagdur fyri aðalfundin, og hesi sýndi eitt avlop á 4,6 mió kr. Mest áhugaverda í hesum er helst, at sjálvt tryggingarvirksemið eisini gav avlop. Nevnliga 1,4 mió kr.
Eftir skatt var talan um eitt úrslit á 3,7 mió kr., og er eginpeningur felagsins nú 120 mió kr.
Í tíðindaskrivi staðfesta nevnd og leiðsla, at talan er um eitt nøktandi úrslit.
- Hóast hørðu kappingina á tryggingarmarknaðinum, kann Trygd eisini í 2004 staðfesta ein nøktandi vøkstur innan flestu tryggingargreinar sínar. Brutto tryggingarinntøkan er økt úr 50,3 mió kr. í 2003 upp í 56,8 mió kr, í 2004, ið svarar til ein vøkstur upp á 13%.