Eirindaleysir byrsumenn

Átta fólk lógu eftir á, tá byrsumenn fóru at skjóta úr einum bíli mitt í meksikanska býnum Guamuchil, sum er í Sinaloa-landspartinum.Løgreglan sigur, at byrsumenninir skutu eftir fólki, sum stóðu og bíðaðu við ein gonguteig, og at ein 12 ára gomul genta var millum teirra, sum lótu lív. Nakrir fáar tímar frammanundan høvdu byrsumenn skotið ein løgreglumann og tikið fleiri fólk gíslar á einari matstovu í býnum Mazaltan. Meksikonsku myndugleikarnir siga, at harðskapurin kring landið hevur vundið nógv upp á seg í ár, og at í flestu førum hevur harðskapurin samband við rúsevnahandil.