Eirikur vitjað á Almannaverkinum

Fríggjadagin 4. apríl vitjaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, Almannaverkið, hann hitti leiðsluna, sum greiddi frá um fjøltáttaða virksemið á stovninum

Fráfarandi stjórin Edvard Heen, komandi stjórin, Hjørdis S. Mortensen og landsstýrismaðurin í almannamálum Eirikur í Jákupsstovu

Almannaverkið er ein av størstu stovnunum í Føroyum, og fylti herfyri 50 ár. Høvi var at umrøða menningina hesi árini, bæði í Almannaverkinum og í samfelagnum sum heild, og tosað varð um, hvørjar avbjóðingar eru fyri framman..

 

- Almannaverkið er ein týðandi súla í okkara vælferðarsamfelag, og eg havi eina góða fatan av týdningarmikla arbeiðinum, sum verður gjørt, bæði av leiðslu og mongu eldhugaðu starvsfólkunum kring landið, og eg gleði meg til eitt gott og gevandi samstarv, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

 

Almannaverkið arbeiðir m.a. við bygnaðarbroytingum, sum nýggi stjórin, Hjørdis S. Mortensen, fer at standa á odda fyri at fremja, og har eitt av aðalmálinum er at geva borgarum eitt gott lív á egnum beinum

 

Fráfarandi stjórin Edvard Heen, komandi stjórin, Hjørdis S. Mortensen og landsstýrismaðurin í almannamálum Eirikur í Jákupsstovu