Eirikur Ó. Simonsen nýggjur formaður

Leygardagin 7. apríl 2007 var aðalfundur í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, og nýggj nevnd var vald.

Nevndin hevur skipað seg við Eiriki Ó. Simonsen sum formanni, Hans Korsgaard sum næstformanni, Páll Danielsen sum skrivara, Hans Jákup Michelsen sum kassameistara og Finn Jespersen sum nevndarlimi. Eykalimir eru John Christiansen og Búgvi Apol.

Fyrsta tiltakið hjá nýggju nevndini er at skipa fyri árligu flaggdagskoyringini í Havn.

Føroya Ellisakfør er áhugafelag hjá teimum, ið hava áhuga fyri og alsk til
gomul akfør. Felagið var sett á stovn í 1992 og hevur nú 15 ár á baki.