Eirikur er leirvíkingur, sonur Elsupu Johannesen, ættað úr Lamba, og Tummas Justinussen úr Leirvík.
Hann tók skiparaprógv á ungum árum og átti tvey skip - Útegg og Høvnina.
Eirikur hevur mangan bátin ført, eisini onkra av teimum gomlu sluppunum sum t.d. Esther og Sæborg.
Øll hansara bestu ár førdi hann bátar hjá Kjølbro, sála. Hann førdi Eystnes í nógv ár, tá so stál-línuskipini komu, bleiv tað hansara lutur at føra Klakk, sum enn er í fiskiflotanum.
Tey seinnu árini var hann havnafuti við Leirvíkar havn, og røkti hann hetta starv til hann fór frá vegna aldur.
Eirikur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum sjálvstýrispolitikki. Hann sat eisini í bygdaráðnum í Leirvík eitt tíðarskeið.
Hann hevur gingið nógv upp í talv, hevur verið uttanlandaferðir við talvsambandinum í Svøríki og Íslandi og enntá komin heim aftur við steypi.
Hann hevur góðar tónleikagávur, kann spæla upp á eitthvørt instrument, harmoniku, klaver, og ikki at gloyma hansara góðu gomlu mandolin, sum hann spælir upp á hvønn einasta dag. Viðhvørt undirheldur hann eisini í eldrafelagnum "Fjallið" í Leirvík.
Eisini hevur Eirikur skrivað nógv lesarabrøv um sjólívið og politikk. Í 1997 gav hann út bókling um streymviðurskifti í Leirvíksfirði og Kallsoyarfirði.
Eirikur giftist við Hannu, f. Clementsen, ættað av Sandi. Tey fingu nýggju børn, har átta eru á lívi, eitt býr í Danmark, eitt í Suðurafrika, og restin í Føroyum.
Føðingardagin heldur Eirikur saman við børnum og systkjum sínum.










