Eirikur Hofgaard, formaður og Unn Jakobsen skrivari, vóðu bæði afturvald, men Halla við Høgadalsá er nývald og hon er kassameistari.
Hon varð vald í nevndina fyri Unnur Jensen, sum ikki tók við afturval.
Unnur Jensen hevur annars verið nevndarlimur í Tannlæknafelagnum í 13 ár.
Í Tannlæknafelagnum, sum í fjør hátíðarhelt 50 ára stovningardagin, eru 45 limir.










