Gistingarhúsið Gjáragarður við Gjógv skal hava nýggjan leiðara. Tað er greitt, nú Eirik Suni Danielsen, eigari og leiðari av gistingarhúsinum, takkar fyri seg á nýggjárinum. Tað boðar nevndin í gistingarhúsinum frá í tíðindaskrivi.
Fráfarandi eigarin og leiðarin, ið hevur starvast á gistingarhúsinum síðstu 15 árini, er spentur um broytingarnar, sum standa fyri framman.
- Gjáargarður hevur verið ein avbera stórur partur av mínum lívi seinastu mongu árini, men tíðin er komin hjá mær at ganga aðrar leiðir, og tí eri eg sera glaður fyri, at virksemið og framtíðin eru í góðum hondum. Hjá mær og okkum verður sjálvandi stórur saknur í starvsfólkunum og eisini sambandinum við ferðafólk, viðskiftafólk og samstarvsfeløgum annars og tí kennist tað gott at vita, at alt hetta kann halda fram sum áður, sigur Eirik Suni Danielsen.
Í tíðindaskrivinum takkar nevndin í Gjáargarði Eirik Suna fyri góða samstarvið hesi árini og fer nú undir tilgongdina at finna og seta nýggjan leiðara.
Upplýst verður eisini, at virksemið á Gjáargarði heldur ætlandi fram eftir sama leisti, og leiðaraskiftið verður framt yvir eina skiftistíð tíðliga í komandi árinum.









