Tað hevur leingi ljóðað, at Eirik Bakke verður nýggjur venjari hjá KÍ. Tað hava bæði portalurin og Norðlýsið skrivað, men í dag boðar høvðuspersónurin sjálvu frá, at hann ikki tekur við starvinum.
- Tað verður ikki Føroyar fyri meg. Eg havi havt nakrar dagar at hugsa meg um, men kom til tað niðurstøðu, at verða verandi heima hesaferð, sigur Eirik Bakke við norska TV 2.
Magne Hoseth er seldur til Lyngby fyri 400 túsund krónur og KÍ leitar nú víðari eftir nýggjum venjara.











