Sum flestum kunnugt, so vórðu við undantak av sjúkrahúsunum eingir stovnar til brekað fólk í Føroyum fyri 1960. Tá vóru fólk send á stovnar í Danmark. Talan var um sinnissjúk, andveik, blind, deyv o.s.fr. Men í 1960 árunum kom vend í. Tá var farið undir at útvega stovnar, so sleppast kundi undan tí ofta skelkandi upplivingini hjá hesum fólkum at skula verða send av landinum til heilt onnur fremmand viðurskifti. Nógvir av stovnunum í Danmark vóru haraftrat sannir mammut-stovnar, ið rúmaðu hundraðtals búfólkum.
Teir psykiatrisku sjúklingarnir fingu ein ávísan bata, tá ið settur varð ein yvirlækni í sálarsjúkum í Føroyum í 1967. Á heysti 1969 komu teir fyrstu 20 sjúklingarnir á tað nýggja statshospitalið, og tá ið liðugt var at byggja hospitalið í 1972 var ikki neyðugt longur at senda hesar sjúklingar til Danmarkar. Tey ið vóru á stovni í Danmark fingu nú høvi at koma heim aftur.
Tey sum vóru blind, deyv og onnur við breki máttu sendast niður at ganga í skúla. Hesi fingu sínar møguleikar betraðar, tá ið "Statens skole for høre- og talelidende", ella Spesialskúlin byrjaði virki sítt í 1962. Skúlin helt til fyrst í VBV-húsunum á Skansavegi, seinni í KFUM og KFUK og onkra aðrastaðni, til nýggi Skúlin á Trøðni varð tikin í nýtslu í 1976.
Av tí at ongar fyriskipanir vóru gjørdar fyri tey andveiku her á landi, vórðu nógv av teimum eisini send á stovnar í Danmark. Tá ið nýggja Statshospitalið skuldi byggjast í Havn, sást eisini ein glotti fyri teimum andveiku, við tað at ætlanin var, at ein deild skuldi byggjast til teirra. Men sum ikki einaferð vóru tað fíggjarligir trupulleikar, sum gjørdu, at einki varð av tí í fyrstu syftu. Kortini varð ein av deildunum, deild 5, lænt til Statens Åndssvageforsorg til barnadeild, og ein hædd í einum av íbúðarbygningunum varð nýtt til pensionat.
Í 1973 læt barnadeildin upp, og tey fyrstu 17 børnini komu so við og við heim úr Danmørk serliga frá Rødbygård. Pláss var fyri 20 umframt 2 umlættingarplássum. Hesi børnini gingu øll í Skúlanum á Trøðni. Pensionatið hevði pláss fyri 11 vaksnum búfólkum. Umleið helmingurin kom av stovnum í Danmark og hini høvdu verið í heimarøkt í Føroyum.
Í 1971 var Javni, Landsfelagið evnaveikum at bata, stovnað. Hetta felagið hevur við eini røð av eldsálum á odda gjøgnum árini verið ein drívmegin til, at vit í dag eru komin so mikið langt ávegis, sum vit eru komin til tess at útvega teimum evnaveiku rímilig livikor í Føroyum.
Eirargarður
Søgan um Eirargarð er bæði long og áhugaverd; men hon skal ikki verða søgd út í æsir í hesum høpi. Tankin um at fáa umstøður til at geva teimum andveiku møguleikar fyri at verða verandi her á landi í staðin fyri at senda tey av landinum er sum vera man gamal. Eini 10-12 ár gingu frá tí at hugskotið til at fáa ein stovn bygdan var føtt og til Eirargarður var tikin í nýtslu. Sum nevnt var ætlanin, at pláss skuldi vera fyri 80 búfólkum; men tá ið av tornaði var pláss fyri 48.
Stovnurin er tvey samanbygd hús. Tey vóru skipað í fýra deildir, við 12 búfólkum á hvørjari deild. Bygningarnir eru sera handikappvinarligir og atkomuligt er við koyristóli allastaðni og búfólkini hava hvør sítt kamar.
Í teirri longu burðartíðini var uppfatanin í samfelagnum av slíkum stórum stovnum broytt so avgerandi, at tá ið Eirargarður stóð liðugur í 1980, vildi eingin kennast við hann. Blaðið Javni skrivar í 1984: "Tað var tann tíðin, tá vit fegnaðust um Eirargarð, men tann tíðin liggur mong ár undan tí degi, hann var tikin í brúk. ... Jú víst hevur Eirargarður gjørt sína nyttu - vit hava fingið okkara brekaðu heim úr einum øðrum landi. Men vit mugu tora at síggja sannleikan í eyguni: Eirargarður kann ikki brúkast!" So mong vóru orðini; men kundi hann veruliga ikki brúkast?
Longu í 1975 samtykti løgtingið at áleggja landsstýrinum at skipa fyri, at víðari útbygging fyri evnaveik - umframt byggingina av Eirargarði - "verður framd í smærri vistar- uppvenjingar- og avlastingarheimum runt um í landinum". Hetta hevur síðani verið gjørt so við og við. Ein røð av sambýlum eru fingin til vega við at hóskandi stór sethús bæði í Tórshavn og úti um í landinum eru keypt og innrættað ikki bert til andveik, men eisini til fólk við ymsum øðrum brekum. Haraftrat eru komnir fleiri aðrir stovnar sum verkstaðið Vón á Argjum, Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, Virkni á Berjabrekku og fleiri slíkir úti á bygd.
Á Eirargarði er nú bert annar bygningurin 16 í nýtslu sum heim fyri andveik og onkran, sum er brekaður, men annars ikki andveikur. Hin bygningurin 14 verður í dag brúktur m.a til skúla fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Búfólkini vórðu flutt út á ymisk sambýli so við og við.
Men hvussu virkar stovnurin so í dag? Undirritaði hevur hesi seinastu 23 árini havt sína jøvnu gongd har á 16A at vitja ein skyldmann. Frá fyrsta degi av hevur tað sligið ein við undran, hvussu nærløgd og engagerað manningin gjøgnum øll árini hevur verið við at gera sítt ítasta fyri, at búfólkini skulu hava tað gott og kenna seg heima har í húsinum, hóast játtanirnar til manning minni enn so altíð hava verið so rúmsáttar.
Í dag búgva einans 14 búfólk á Eirargarði. Í niðaru hæddini, sum er býtt upp í tvey, eru 5 í aðrari helvtini og fýra í hinari. Í erva eru 5 búfólk. Her hava tey sítt heim, og sigast má, at manningin hevur megnað at gera hetta til eitt veruligt heim fyri tey. Tú hevur als ikki varhugan av, at hetta hevur dám av einum kaldligum stovni. Tey fólkini, sum hava verið leiðarar gjøgnum árini, og øll hini, sum eisini hava lagt sína sál í arbeiðið við hesum fólkum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki eru fullfør, hava uppiborið okkara størstu virðing og djúpastu tøkk fyri teirra avrik.
Vit eru mong, sum minnast tykkum, og sum ynskja tykkum tillukku við hesi fyrstu fjórðingsøldini, og siga tykkum hjartaliga tøkk fyri tað stóra arbeiðið, tit hava lagt í at veita okkara næstringum eina rímiliga tilveru.
28-03-2005 Eilif Samuelsen










