Á einum hotelli í Haag

Jógvan Hugo Gardar, Oslo

Á einum hotellkamarið í hollendska býnum Haag hava tveir føroyingar og ein ukraini seinastu mánaðirnar lagt til rættis teldubasan hjá FAREC

Tá vit stukku inn á gólvið sótu Óli Samró, Suni Slættanes og Dmitry Tykhonov og tosaðu um fiskivinnu, telduforrit og loysnir.
Óli Samró hevði frammanundan sett upp hvat hann vil hava í basanum og á netinum. Og so er tað upp til Suna Slættanes og Dmitry Tykhonov at uppfylla yns-ini.
Suni Slættanes hevur arbeitt saman við Óla Samró um hagtølini í fleiri ár. Dmitry kom fyrst inn í myndina í vár.
Meðan bæði Óli og Suni eru uppvaksnir í Føroyum og kenna fiskivinnusamfelagið, so er støðan ein onnur við Dmitry Tykhonov. Hann kemur úr Ukraina, og hevur seinnu árini lisið í Hollandi.
Tøl, hagtøl og telduforrit eru hansara sterku síðir. Hann hevur frammanundan arbeitt nakað saman við Pavel Salz í samband við eina ætlan hann var við í. Tá FAREC so skuldi finna ein serfrøðing sum kundi hjálpa til við at byggja út basan, so fall valið á Dmitry.
Hann kennir púrt einki til Føroyar og norðuratlantiska fiskivinnu.
? Tað hevur als ikki verið nakar trupulleiki, sigur Óli Samró, sum hevur verið sera vælnøgdur við arbeiði hjá Dmitry og Suna. Saman hava teir bygt upp databasan til tað sum nú skal leggjast fram á ráðstevnuni í Havn.