Í hesum døgum eru fimtan ungfólk av Bornholm, Álandi og úr Føroyum í holt við at gera ein film. Fyrireikingarnar til upptøkurnar fara fram í Norðurlandahúsinum, og upptøkurnar verða gjørdar innan- og uttandura í og kring Havnina.
Talan er um norðurlendsku filmsverkætlanina Norðbúgvar, Oyggjabúgvar, ið Mikkjal Helmsdal, sum er stjóri á Nordisk Institut á Álandi, hevur tikið stig til.
Umframt tey fimtan ungu eru meiri enn tjúgu sjónleikarar og statistar við. Ungfólkini hava sjálv skrivað handritið. Tey hava øll uppgávur í filmsgerðini, men fýra teirra hava leiklut í filminum. Afturat sær hava tey umframt Mikkjal Helmsdal, ið er leiðari fyri verkætlanina, Hans Petur Hansen, myndamann í SvF, Pitte Tørnroth av Álandi, ið er filmsleikstjóri, og Thomas Brandt av Bornholm, sum er myndamaður og leikstjóri. Eftirviðgerðin av filminum verður á Álandi. Ein lítil frumsýning verður á Álandi, og so er ætlanin, at filmurin skal vísast í sjónvarpi á Bornholm, í Føroyum og á Álandi í heyst.
Temað í filminum, einstaklingurin mótvegis bólkinum, er eitt eyðkenni, øll í verkætlanini kenna til úr teirra heimliga umhvørvi. Men sjálv søgugongdin er universell.
Filmurin er um eina dómadagssekt og eina unga gentu, ið er farin úr sektini, tí hon hevur fingið eitt barn. Hon roynir at venda aftur, men verður avvíst. Ei heldur er hon vælkomin aftur hjá foreldrunum. Hon velur so at stoyta seg í havið saman við barninum, men barnið yvirlivir og verður borið aftur til sektina, ið tá er í holt við at fremja felags sjálvmorð. Sektin heldur, at barnið er frelsarin, tey hava bíðað eftir. Men tað er ov seint, tí tey hava longu tikið eitur.
- Hetta er ein filmur um religiøsa fanatismu og yvirdrivnan dómadagsótta. Tey ungu hava havt fríar hendur at skapa tað, tey hava havt hug til. Filmurin avspeglar onkusvegna tað, sum rørir seg millum ung í dag. Í øllum uppskotunum, ið hava verið frammi, hevur ein ávísur framtíðarótti gingið aftur. Undirgangur, vanlukkur og slíkt, sigur Mikkjal Helmsdal.
Endamálið við verkætlanini er at skapa samstarv millum ung í Norðurlondum.
- Hesi búgva øll í smáum og lutfalsliga avbyrgdum samfeløgum. Ung hugsa ofta ikki um seg sjálv sum norðurlendskar borgarar, sum føroyingar ella sum bornholmarar, men heldur sum ung, ið eru partur av einum altjóða universellum mentunarumhvørvi. Tankin aftan fyri verkætlanina er at ung fólk hitta onnur ung við ymiskari bakgrund og at tað fær tey at grunda og hugsa meiri um seg sjálvi og sín uppruna. At fáa innlit í, hvat tað er at vera norðbúgvi.
- Tey skulu eisini fáa nakað burtur úr fakliga. Læra at brúka miðilin bæði tekniskt og til at siga eina søgu, sigur Mikkjal Helmsdal.