Einstaklingar bóru neistan í sær

- Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at vit hava okkara egna tjóðarmerki, móðurmál og okkara egna tjóðarfelag, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, helt á hátíðarhaldinum í Vágum í dag eina góða og hugvekjandi røðu, har hon eitt nú vísti á, at ofta má strev til fyri at vinna nýggjar leiðir, ið bera fram á mál.

 

- Tað var stríggið í sínari tíð at vinna málinum og Merkinum almennan heiðurssess í samfelag okkara. Eyðkennið fyri ta tíðina var, at einstaklingurin bar neistan í sær - og við sær - og gjørdi mun í síni samtíð.

 

Hon segði, at tey vóru mong, sum hildu lítið um hesar fantastar, og mótstøðan var stór, helst frá okkum sjálvum, men eldhugaði fólk og tíðin arbeiða fyri eini góðari søk.

 

- Men, vit sum standa her í dag, vita, at tað er ikki sjálvsagt, at vit hava okkara egna tjóðarmerkið, okkara egna móðurmál og okkara egna tjóðarfelag. Vit kunnu takka eldsálum og undangongufólkum, sum hava ført okkum fram á leið.

 

Stjórin í Atlantsflogi vísti á, at nýggjar tíðir hava nýggjar avbjóðingar, og tað eru vit, sum liva og virka í hesum landi, sum hava ábyrgd at menna okkum áhaldandi, soleiðis at Føroyar verður eitt enn betri samfelag fyri øll - ung sum gomul, sterk sum veik, leik sum lærd - ja, fyri øllum, sum vilja og velja at búleikast í Føroyum.

 

- Vit skulu ikki gerast skuggar av okkara undangongufólkum, men eitt fólk sum hevur áræði, ágrýtni og vilja til áhaldandi at flyta seg frameftir sjálvi – til einar sjálvberandi Føroyar. 

 

Jóhanna á Bergi vísti eisini á, at tað er nakað serstakt at verða ein av umleið 50 000 íbúgvunum, sum búleikast í Føroyum.

 

- Mest sum ein og hvør av okkum kundi heldur valt at búð í øðrum landi og liva og virka har undir einum øðrum tjóðarmerki, tosað annað tungumál og flogið við øðrum enn Atlantic. Men, sum menniskju mugu vit velja og taka ábyrgd og hava umsorgan fyri tí, vit velja, segði stjórin í Atlantsflogi m.a. í sínari røðu.