Sjey fólk hildu jól í Hattarvík í ár Tveir menn, sum búgva fast í Hattarvík, fóru til Danmarkar at halda jól, og eftir í bygdini vóru sjey fólk.
Gulak Gullaksen, sum sjálvur triði, hevur búð í Hattarvík nú í meira enn mánað, sigur, at hetta hava verið sera stillir dagar. Hvør familja helt jól fyri seg, men so savnaðust øll bygdarfólkini jólaaftan um kvøldið til ein drekkamunn.
Tað er einsligt í bygdini, men harfyri ber væl at hugna sær, sigur hann.









