Síðani lagnuárini fyrst í 90?-unum, hevur bert gingið framá í landinum og nú, tað gongur so væl sum ongantíð fyrr, eru fleiri farnir at rópa varskó um, at vit mugu gera okkurt og soleiðis tryggja tann einstaka ímóti at alt einaferð afturat fer so loðandi á heysin. Trygging ímóti vanlukkum er góð, men tað er fáum í blóðið borið at spáa um framtíðina og tí er neyðugt at nýta hógv, áðrenn lopið verður á bláman eftir tryggingum ímóti bæði hesum og hasum, og ikki minst ímóti tí sum ongantíð hendir ella tí sum hendir kortini.
Ætlanin er nú at einskilja eina rúgvu av almennum ognum og soleiðis taka váðan frá tí einstaka. Hetta vil við øðrum oðrum siga, at fyri at minka um vandan fyri at fara á heysin, er loysnin at sleppa sær av við alt sum tú eigur.
Jú, gamaní, men hetta er ikki nakað nýtt. Munnu ikki fleiri kenna orðatakið: "Hann ið einki váðar hann einki vinnur".
Føroya Fiskavirking sum hevur staðið sum ein skansi í føroyskum vinnulívi og sum er hornasteinurin í einum støðugum feskfiskamarknaði sum aftur gevur eina støðuga rávørutilgongd, er nú aftur fyri skotum. Fyritøkan skal einskiljast og í sama andadrátti verður ásannað at tað verður ikki gjørt í verðandi líki. Føroya Fiskavirking skal burtur og býtast sundur í fleiri feløg. Hetta gevur møguleika fyri at einstakir persónar kunnu keypa sær hvør sítt virkið í staðin fyri at allir mugu verða saman í sama felagi. Keyparar liggja eftir øllum at døma longu framvið og prísin fyri virkini kunnu allir skjótt semjast um. Tað er tíðiligt at slík tala er vegnað keypararnar og ikki vegnað seljaran sum er tann "tryggi" einstaklingurin.
Styrkin í Føroya Fiskavirking er júst tann at hon er so stór sum hon er. Ein slík fyritøka krevur at umstøðurnar eru hampuliga støðugar og fer altíð at hava sum mál at hava støðug marknaðarviðurskifti, sum smærri virki fáa ágóðan av. Verður Fiskavirking seld sum einstøk virki missir hvørt teirra ein ávísan part av hesari styrkini og tað er spell.
Peningurin sum eitt nú skal fáast fyri Fiskavirking skal koyrast í tann ætlaða búskapargrunnin, sum hevur til endamáls at gera okkara skiftandi búskap eitt sindur støðugari. At petta Fiskavirking sundur ger viðurskiftini óstøðugari og tá er spurningurin um vit ikki missa meira fyri minni.
Rákið uttan í heimi verður sagt at verða tann vegin, at alt verður meira og meira einskilt. Hetta sæst einamest í eysturevropa.
Í teimum eysturevropeisku londunum er avmarkað hvat londini eru før fyri at eiga og tað er eisini stórt trot á nóg væl útbúnum fólki.
Støðan hjá okkum er heilt ein onnur, og nú vit tosa um rák uttan úr heimi, kundi verið vert at nevnt at fyritøkurnar gerast alsamt størri og størri. Tað er ikki í tráð við ætlaðu søluna av Føroya Fiskavirking.
Í sambandi við tann nevnda váðan hjá tí einstaka, er vert at minna á hvussu mannagongdin var fyrst í 90?-unum. Samfelagið fór á húsagang og treytirnar sum blivu settar við fyri at sleppa burturúr hesum, var at Føroya Landsstýrið skrivaði undir eitt risalán sum bar uppfyri, ikki bara tí almennu skuldini, men so sanniliga eisini fyri tí risaskuld sum tað privata hevði átikið sær. Tann váðaleysi fekk lortaspannina omanyvir seg og tað var nóg væl at hann hóraði undan.
Síðani fyrst í 1998 hevur Føroya Fiskavirking havt góðan byr og úrslitið er vaksið ár undan ári. Felagið bleiv stovnað í 1993 og tey fyrstu árini hevði tað so nógvar og stórar trupulleikar at dragast við, at tað meira enn tað einu ferðina varð hótt við húsagangi. Skeivar leiðsluskipanir, ovurstórar kapitalútreiðslur umframt lágir marknaðarprísir gjørdu tað ómøguligt at fáa verðuliga gongd á raksturin. Aftaná ta stóru politisku mótstøðuna í 1997, tá ið felagið var um at fara av knóranum var ídni og trivnaðurin ímillum arbeiðsfólkið tað einasta sum felagið átti eftir. Framtaksgrunnurin avgjørdi tíbetur at seta 60 milliónir í felagið og hetta var stirilin sum skuldi til, fyri at fyritøkan kundi lyfta seg uppá tað støði sum hon er á ídag.
Virðið í felagnum hevur síðani tá fleirfalda seg og tað er eingin í Føroyum í dag, sum setur seg føran fyri at keypa fyritøkuna sum hon er (sí, frammanfyri).
Skuldsetingar verða ístaðin settar ímóti felagnum, um at orsøkin til at tað hevur gingið so væl, eru tær stóru avskrivingarnar sum felagið hevur havt. Jú, tað er rætt at nógvur peningur er settur í Føroya Fiskavirking, men tað er eingin sum vil siga hvaðani hetta felagið er sprottið og hví eitt so stórt felag hevði so stóra skuld, so stutt aftaná at tað var stovnað.
Aftaná tað stóra skrædlið í 1992 stóðu ein rúgva av flakavirkjum kring landið og gapaðu av tí risaskuld sum hevði hópa seg upp ígjøgnum 80?-ini. Hetta vóru privat (les einskild) virki sum einstaklingurin onga ávirkan hevði á.
Fyri at fáa gongd á aftur mátti onkur taka um endan og tað var sjálvandi tann einstaki, tí teir einskildu vóru farnir av rókini meira og minni fjaðursárir.
Føroya Fiskavirking bleiv stovnað og hon umfataði 19 virki við høvd og gørnum.
Fyri tað fyrsta vóru virkini niðurslitin og tann studningsborni raksturin sum virkini høvdu havt, hevði við sær at tær íløgur sum blivu gjørdar, ikki miðaðu fram ímóti tí størsta samfelagsbúskaparliga yvirskotinum, men tí størsta studningsyvirskotinum. Útbúnaðurin líktist stórt sæð á øllum virkjum og øll kundu arbeiða allan fisk. Sostatt var einki virki serútgjørt til ávísar framleiðslur.
Hetta var ikki smávegis at fara í holt við. Fiskavirking byrjaði sostatt ikki á berum, men mitt í einum ruskdunga sum mátti ruddast burtur fyri at koma niður á bert.
Hetta kostaði nógv og tey fyrstu árini tóktist tað sum peningurin hvarv, so hvørt hann bleiv settur í felagið. Fyri ein stóran part vóru hetta syndir frá 80?-unum sum skuldu gjaldast aftur.
At siga, at tað góða úrslitið bert kemst av tí nógva peninginum sum er settur í felagið, er samstundis ein háðan ímóti teimum 600-700 fólkunum sum arbeiða har. Tað er teimum fyri at takka, at felagið er so væl fyri sum tað er.
Aðrar vælvirkandi fyritøkur í landinum hava eisini ment seg nógv tey síðstu árini og tað er at gleðast um. Men hesar fyritøkur verða ikki nevndar tá ið Fiskavirking er fyri atfinningum. Vit mugu ikki gloyma at Framtaksgrunnurin hevur sett pening í fleiri av hesum fyritøkum, og tær hava so sanniliga eisini avskrivað sína skuld niður í landskassan fyrst í 90?-unum. Munurin á teimum og Fiskavirking er tann, at hon er almenn, tvs. tann einstaki eigur hana, men hinum fyritøkunum eigur hann einki í.
Myndin sum verður gjørd av Føroya Fiskavirking, er við hesum í geyma, alt ov einføld sum verður sett fram í hesum døgum. Felagið er ein vælvirkandi fyritøka í dag, og ein skal verða sera varin at pilka ov nógv við verðandi viðurskifti.
Um Fiskavirking skal seljast eigur hon at verða seld sum hon er og ikki sum einstøk virki. Undirritaði er sostatt ikki ímóti øllum einskiljingum, men sum áður nevnt, vert er at fara fram við størsta varsemi.a










