Í morgun klokkan níggju varð kallað inn til tíðindafund á Almanna- og heilsmálaráðnum, har álitið um Apoteksverkið í framtíðini skuldi handast. Tað var Turid Arge, deildarstjóri á Almanna- og heilsumálaráðnum, sum setti fundin og bjóðaði vælkomnum, áðrenn Heri Mørkøre tók yvir og byrjaði framløguna av álitinum um framtíðar Apoteksverkið.
Arbeiðsbólkurin varð settur at arbeiða við álitinum áðrenn visjónsarbeiðið byrjaði, men er síðani vorðin partur av Visjón 2015 ætlanunum hjá landsstýrinum.
Sjálvstøðugur landsstovnur
Í framløguni greiddi Heri Mørkøre neyvt frá tilmælinum hjá bólkinum. - Apoteksverkið skal verða skipað sum eitt sjálvstøðugt fyrisitingarsubjekt, ella við øðrum orðum ein landsstovnur uttan fyri fíggjarlógina, vísti Heri Mørkøre á. Hetta ber við sær, at lógarásetingar skulu gerast fyri Apoteksverkið, við neyvum heimildum og ábyrgdum fyri stovnin. Tað kann annaðhvørt verða gjørt við broytingum í verandi løgtingslóg, ella við nýggjari serlóg.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, er samdur í, at hetta eigur at verða gjørt, og legði hann aftrat, at jú fyrr jú betri.
Her varð eisini víst á, at arbeiðsbólkurin ikki helt tað vera skilagott at einskilja Apoteksverkið, og hildu tey tað vera eina ov víðgongda broyting. - Hinvegin halda vit tað vera skilagott, at møguliga einskilja partar av framleiðslu virkseminum, sum hava møguleika at standa seg á privata marknaðinum, segði Heri Mørkøre, og sipaði til framleiðsluna av heilivági til djór og so eisini tablettframleiðsluna.
Við í arbeiðsbólkinum var íslendingurin Einar Magnússon. Hann er skrivstovustjóri í íslendska Heilsu- og trygdarráðnum, og er serfrøðingur innan apoteksøkið og verður brúktur sum ráðgevi kring knøttin. Einar Magnússon var ikki við á fundinum í dag, men hevur hann ávarað ímóti at einskilja ov nógv innan apoteksverkið, tí íslendingar hava brent seg av hesum. Hann var annars rættiliga hugtikin av føroysku skipanini, sum hann helt vera áhugaverda og spennandi.
Heilivágsætlan
Arbeiðsbólkurin heldur eisini, at tað er týdningarmikið at varðveita kjarnuna í verandi apoteksskipan, sum eru festir í tríggjar grundarsteinar, har góðska og trygd á heilivági og tænastum skal tryggjast. Somuleiðis eiga vit at tryggja atgeingi til neyðugan heilivág, og at tryggja skilagóða og skynsama nýstlu av heilivági.
Hesir tríggir hornasteinar, eru eisini grundarlagið undir Heilivágsætlanini, sum arbeiðsbólkurin vil hava innførda. - Tað er eitt krav frá WHO, at øll lond skulu hava eina heilivágsætlan, segði Heri Mørkøre, og vísti hann skemtandi á, at lagnurnar speiðsemi vildi vera við, at 2015 er sett sum síðsta mark fyri, nær øll skulu hava hesa ætlan.
Heri Mørkøre endaði framløguna við at vísa á nakrar viðmerkingar, bólkurin hevði annars, men sum ikki vóru partar av arbeiðssetninginum. Har segði arbeiðsbólkurin, at tey mæltu til, at tað sum skjótast verður farið undir endurskoða prísásetingina av heilivági og tilskotsskipanina av heilivági, tí tað hevur stóran týdning, tá tosað verður um heilivágsnýstlu. Og sambært bólkinum er skeiv heilivágsnýstla ein trupulleiki, bæði hjá brúkaranum og ikki minst fíggjarliga. - Um vit samanbera við norsk viðurskifti, so einar 50 milliónir árliga til skeivmedisinering, so har er avgjørt nakað, sum má takast upp, segði bólkurin í kjakinum, sum var aftaná framløguna.