Einsamallur og krímsjúkur í Sortudíki

Jógvan Jespersen, krímsjúkur útvarpsstjóri, verjir einsamallur borg uppi í Sortudíki so leingi arbeiðssteðgur er

Øll starvsfólkini í Útvapi Føroya uttan sjálvur stjórin eru limir í Starvsmannafelagnum. Tí eru øll uttan stjórin við í arbeiðssteðginum, og tískil er hann einsamallur um at bera tíðindi til lurtararnar kring landið.

Jógvan Jespersen sigur, at hann avgjørt ikki metir hetta sum nakra góða støðu at vera í. Hann vísir á, at Útvarpið er ein samskiftismiðil, ið er serstakliga væl egnaður sum boðberi í neyðtænastum, og sigur, at møguleiki er fyri, at okkurt hendir, ið ein maður einsamallur ikki klárar at bera boð um. Tískil heldur hann, at allir leiðarar í húsinum skuldi fingið loyvi frá Starvsmannafelagnum at arbeitt, hóast talan er um arbeiðssteðg. Hann vísir eisini á, at hann fleiri ferðir undir øðrum verkfallum hevur biðið bæði Starvsmannafelagið og Landstýrið um at fáa undantaksloyvi, so t.d. tíðindastjórin og tekniski stjórin kunnu møta til arbeiðis. Men hesum hava bæði Starvsmannafelagið og Landsstýrið hvørja ferð víst aftur.

Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, heldur als ikki at hetta kann góðtakast, tú beyðugt er við einari góðari tilbúgving í slíkari støðu, sum samfelagið er í, undir einum arbeiðssteðgi.


Einsamallur í 19 dagar

Útvarpsstjórin sigur, at tað tríggjar ferðir er hent honum, at hann undir verkfallið er komin at sita einsamallur og varpa tíðindi út til Føroya fólk frá Sortudíki. Fyrstu ferð hetta kom fyri, var í 1995, tá útvarpsstjórin sat einsamallur á borgini í 19 dagar. Aðru ferð, hetta hendi, var í fjør, men tá var bert talan um tríggjar dagar.


Tvær ferðir um dagin

Útvarpið sendir undir arbeiðssteðginum bert tvær ferðir um dagin. Hetta er á middegi og klokkan hálvgum sjey á kvøldi. Útvarpsstjórin sigur, at hann hevur møguleika at senda tónleika allan dagin, men heldur hetta ikki tæna nøkrum endamáli. Tískil sendir hann veðurtíðindi og tíðindi tvær ferðir um dagin. Hetta heldur hann hava alstóran fyri lurtarafjøldina, tí veðurtíðindi og tíðindi eru nakað, ið ein eigur at hava møguleika at hoyra.

Útvarpsstjórin veit ikki, hvussu leingi hann kemur at sita einsamallur í Sortudíki, men hann vónar, at tað ikki verður leingi.