Fyrrakvøldið lendi tað serbygda flogfarið hjá Steve Fossett á flogvøllinum í Salina í amerikanska statinum Kansas. Tá hevði tað verið á flogi í 67 tímar og hevði flogið kring Jørðina.
Ferðin byrjaði ikki serliga væl, tí vindurin var ímóti, men uppi yvir Norðurafrika fekk hann meiri undanvind, enn hann hevði roknað við.
Tann 60 ára gamli ævintýrarin hevur sett fleiri met fyrr, og nú kemur hann í bøkurnar sum tann fyrsti, sum fleyg kring Jørðina uttan at millumlenda og uttan at fylla meiri brennievni á flogfarið.