Fyri fyrstu ferð hevur ein einsamøll kvinna megnað at taka seg fram til Suðurpólin.
Tann 37 ára gamla Fiona Thornewill, sum er úr Nottinghamshire, kom til Suðurpólin nú um dagarnar. Ferðin eftir ísinum var 1.127 kilometrar long. Tað tók Fionu Thornewill 42 dagar at koma til pólin, og sostatt ferðaðist hon 24 kilometrar um dagin. Við sær hevði hon eina sleðu við útgerð, sum vigaði 129 kilo.
Upprunaliga ætlanin hjá ensku kvinnuni var at gerast tann fyrsta kvinnan, sum einsamøll kundi gera ferðina til Suðurpólin. Men nú ferðin tók 42 dagar, hevur hon sett met. Tað gamla metið var 44 dagar, sigur BBC.