Umframt, at hann kann fegnast um at verða formaður hjá steypavinnarunum, so kann Brandur Jacobsen eisini fegnast um at verða ein góður spámaður.
Tá Rás2 spurdi Brand í steypaupptaktini fríggjadagin hvat úrslitið fór at verða, svaraði Brandur, at Víkingur fór at vinna 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Tá Rás2 so spurdi Brand hvør fór at skjóta tey bæði málini, svaraði Brandur uttan at blunka, at Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar fóru at skjóta málini. Tað gjørdust eisini júst Finnur og Sølvi, sum skutu málini fyri Víking.










