Sunnukvøldið verður einmansleikurin »Eg eri mín egna kona« frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Hetta er ótrúliga, men kortini sanna, søgan um mannin, ið sum 16 ára gamal gjørdi av at vera ein kona – lat seg í kjóla og boðaði frá, at hann frá nú av eitur Charlotta von Mahlsdorf. Hetta var undir øðrum veraldarbardaga, og tí ein beinleiðis avbjóðing til lagnuna.
Sjálvbiografin hjá Charlotte von Mahlsdorf »Ich bin meine eigene Frau«, kom út í 1995. Doug Wright, ið er blaðfólk, skrivaði einmansleikin eftir samrøður við Charlotte von Mahsldorf í tíðarskeiðinum frá 1992 til hon doyði í 2002. Leikurin varð fyrstu ferð framførdir á Brodway í 2003, og spælir enn fyri fullum húsum. Fyrsta leikhús í Europa, ið setti leikin á pall var Stockholm Stadsteater og var leikurin væl vitjaður. Síðani er leikurin spældir á nógvum leikhúsum, í millum annað Berlin, Reykjavík, Oslo, Helsinki – og nú á meiarínum Havn. Fyrstu fer 9. mars og eina viku fram. Spælt verður kl. 19.00 týsdagin til fríggjadagin og kl. 18.00 leygar- og sunnudagin.
Myndatekstur:
Leikritið til »Eg eri mín egna kona« sigst vera onki minni enn eitt leiklistarligt stórverk. Millum annað fekk leikurin Pulitzer-prísin í 2004 fyri besta Drama og Tony Award fyri besta stykkið og besta leikara í 2004. Hans Torgarð spælir allar teir 35 leiklutirnir.










