Einleikur á kvinnudegnum

Á kvinnudegnum komandi mánað verður framførdur einleikur eftir Henrik Ibsen. Tað er norska sjónleikarinnan, Juni Dahr, ið framførir leikin Kvinnudagur er 8. mars, og tá verður ein einleikur eftir Henrik Ibsen at síggja.

 

Heitið á leikinum er ?Ibsen Kvinner - set en ørn i et bur?, og snýr leikurin seg

um seks av teimum kvinnunum, sum Ibsen so meistarliga hevur lýst í sínum ritum, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

 

Tað er norska Juni Dahr, ið spælir leiklutin og framførir tær seks kvinnu-vangamyndirnar,

og hon hevur ferðast víða um við leikinum og vunnið fleiri virðislønir.

 

Atgongumerki til leikin 8. mars, sum byrjar klokkan 19.30, fáast í Norðurlandahúsinum ella beinleiðis á heimasíðuni: www.nlh.fo