Kappsúkkling:
Tá súkklaður verður einkultstartur, verða ein og ein súkklari sendur avstað í senn, við tveimum minuttum ímillum hvønn, soleiðis at hvør súkklari koyrir sín egna túr. Tá so allir eru komnir á mál, sæst hvør hevur brúkt minst tíð um teinin og er vinnari av kappingini. Einkultstartur verður eisini róptur ?sannleikans tími?, tí har sæst hvør veruliga hevur sterkastu beinini. Taktikkur, sum verður brúktur í ?vanligum? súkklukappingum, kann snøgt sagt ikki brúkast í einkultstarti.
Súkklað verður úr Kollafirði norður móti Ljósáum og aftur til Kollafjarðar. Hetta eru umleið 45 km. Hesin teinurin svarar til teinin, sum landsliðssúkklararnir fara at súkkla á oyggjaleikunum sunnudagin 29.06.2003.
Á undanfarnu stevnum hevur Gunnar Dahl-Olsen verið nær um einaráðandi. Honum á baki koma Sverri Mohr Edvinsson og Eli Christiansen. Tað er einki at ivast í at Gunnar er besta boðið upp á vinnara á Sundalagsstevnuni. Umframt kendu kappsúkklararnar, verður eisini roknað við, at fleiri av teimum, ið íðka triatlon, fara at verða við, tí einkultstartur er ein partur av triatlon.
Unglingarnir súkkla eisini einkultstart, tó at teirra teinur er einar 22 km. Teir súkkla úr Kollafirði og venda við Áir og súkkla so aftur til Kollafjarðar. Her stendur kappingin um gullheiðursmerki helst millum Hans Krosstein og Berg Johansen. Fyri at verða við í unglingakappingini skal tú verða 15 til 18 ár.
Annars eru øll vælkomin at royna seg. Einasta treyt er allir luttakarar eru í súkkluhjálmi. Kappingin byrjar klokkan 11:00, málið er á landsvegnum við kirkjuna í Kollafirði, tilmelding er á staðnum.
Barnasúkkling
Eins og á undanfarnu stevnunum, skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping millum børn. Hetta, saman við regluligari venjing av ungum súkklarum, er ein liður í at menna súkkling í Føroyum. Og ikki kann sigast annað enn at framgongd er á hóma. Tað eru fleiri og fleiri børn sum velja sær súkkling sum høvuðsítróttargrein. Hesi eru so við runt um á stevnunum og kappast móti hvør øðrum.
Súkklufelagið vónar at fleiri børn melda seg til kappingina fyri at royna, hvussu stuttligt tað er at súkkla kapp. Tað einasta, sum krevst er, at tú hevur eina súkklu og brúkar hjálm. Eini góð ráð eru at smyrja ketuna og kannað um nokk av luft er í dekkunum áðrenn tú kemur til kapping.
Bólkarnir í barnasúkklukappingini eru: 1. bólkur 6 til 8 ár, 2. bólkur 9 til 11 ár og 3. bólkur 12 til 14 ár. Gentur og dreingir kappast í hvør sínum bólki.
Kappingin byrjar klokkan 13:00, málið er við kirkjuna í Kollafirði, tilmelding er á staðnum. Eftir kappingina bjóðar Føroya Bjór sodavatn til luttakararnar.