Einki verkfall á hesum sinni

Nýggjur sattmáli varð undirskrivaður fyri eini lítlari løtu síðani

Tað er nú greitt, at vit sleppa undan, at maskinmeistararnir hjá SEV og IRF fara í verkfall á hesum sinni.

 

Maskinmeistararnirog Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hava nevniliga skrivað undir nýggjan sáttmála fyri eini lítlari løtu síðani.

 

Sáttmálin ímillum Maskinmeistarafelagið um meistararnar hjá SEV og IRF, gekk út 1. oktober í fjør. Samráðingarnar hava ligið nógv í dvala, men fyrst í juni vórðu tær tiknar upp aftur. Men tær bóru ikki á mál og tískil vórðu semingsmenninir boðsendir fyrr í hesum mánaðinum.

 

Og í gjárkvøldið løgdu semingsmenninir eitt semingsuppskot fyri partarnar og teir fingu freist til klokkan eitt í dag at svara. Og tá ið freistin fór, høvdu allir partar góðtikið uppskotið, og sáttmálin varð undirskrivaður beinanvegin