Einki var eftir

Tað mundi ikki vera nógv orka eftir í føroyska kvinnulandsliðnum at enda. Fimm dystir á fimm dagar høvdu síni sjónligu árin. Bæði í møði og í skaðum

Mezzocorone, Italia: Tað er einki at siga til, um føroysku hondbóltskvinnurnar vóru nakað moyrar, tá tær tíðliga mánamorgunin fóru undir ferðina aftur til Føroya.
Fimm dystir upp á fimm dagar er ikki akkurát tað, sum leikararnir eru vanar við, og Malan Klakstein, sum var fysioterapetur á ferðini, mundi ofta kenna tað sum eina møtumikla uppgávu, tá hon royndi at fáa leikararnar klárar til dystirnar.
Allir burdu hvílt seg
Ein av fleiri leikarum, sum soleiðis stríddi seg gjøgnum seinastu dystirnar við skaða, var Nikolina Eyðbjørnsdóttir úr VÍF.
Í dystinum móti Letlandi fríggajdagin, fekk hon skaða í síðuna, umframt at eitt blátt eyga eisini stóð á skránni, men hóast hetta, so var hon eisini við í hópinum teir báðar seinastu dystirnar. Eisini hóast hon mátti viðganga, at tað rættasta kanska vildi verið at lopið ein dyst um.
? Tað hevði nokk verið tað rættasta, um allar høvdu fingið møguleika at lopið dyst um onkran dagin, men tað ber bara ikki til. Og tá man nú er her niðri kortini, so vil man sjálvandi helst spæla.
Men fimm dystir upp á fimm dagar. Er tað ikki veruliga nakað, sum merkist í kroppinum, tá seinastu dystirnir eru á skránni?
? Sjálvandi. Serliga í gjár (leygardagin, blðm.) helt eg tað vera tungt at fara í holt við upphitingina, men í dag bilti ikki eins nógv. Men tað er klárt, at finalan gjørdist ein øgiliga tungur dystur fyri okkara viðkomandi. Vit høvdu jú 80 knallharðar minuttir móti Finnlandi, har Italia hevði eina væl lættari hálvfinalu, og tá tú so fer langt afturum í dystinum, so gerst tað eisini eyka tungt.
Góvu tað seinasta
Men seinasta korterið ella so, tóktist tað kortini, sum mannaðu tit tykkum nakað upp. Var tað bara so, at tit tá skuldu geva tað allar seinasta?
? Ja, vit avtalaðu í seinasta time-out?inum, at nú skuldi tað bara kempast. Vit vóru eisini eitt sindur skelkaðar aftan á hatta við Anniku, og so at ein maður beint eftir tað small um í høllini. Tað gjørdi tað eitt sindur óhugnaligt eina løtu, men vit megnaðu so kortini at stríðast tað allar seinasta pettið.
Og sjálvt um talan so gjørdist um tap í finaluni, so helt Nikolina, at tær kunnu ikki annað enn vera nøgdar.
? Sjálvandi er tað ongantíð stuttligt at tapa, men Italia var nokk tað betri enn vit. Og vit høvdu jú ikki roknað við nøkrum sum helst, áðrenn vit komu her niður. Tí eru vit heilt sikkurt nøgdar við silvurmerkini, segði ein móð ? men fegin ? Nikolina Eyðbjørnsdóttir at enda.