Einki óvæntað í sangvalinum

Her ber til at fáa fatur á sangheftinum til midnáttarsangin

Hæddarpunktið hjá nógvum ólavsøkugestum á ólavsøku er midnáttarsangurin, tá túsundtals av føroyingum seta hvørjum øðrum stevnu á Vaglinum og stemma í til nakrar av føroysku sangskattunum.


Tað eru eisini mong, ið á hvørjum ári eru spent at síggja hvørjir sangir eru slopnir gjøgnum nálareyga og eru við í sangheftinum, og hevur úrvalið eisini nøkur ár skapt kjak millum tey, ið ikki eru heilt samd við valinum av sangum.


Í ár kann so staðfestast, at kjakið neyvan hevur flytt tað stóra, tí úrvalið av sangum og raðfylgjan er júst tað sama sum í fjør.


Sangløtan byrjar við Tað hevur tókt millum føroyingar gaman, og kvøldið endar við Nú dagurin at enda er.


Sangirnir í ár eru fylgjandi:


Tað hevur tókt millum føroyingar gaman
Meg minnist eina mynd
Dýrd á vík og vág
Eg smáttu veit á grønu ong
Land mítt
Aldan
Einki er sum summarkvøld
Nú nemur náttin við smærur
Kom og dansa
So vakrar moyggjar
Eins og áarstreymur rennur
Sildavalsurin
Í góðum veðri hann dyrgdi
Fagra blóma
Føroyingar
Áh, kundi á tíðarhavi
Elisabeth og Elinborg
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
Boðar tú til allar tjóðir
Nú dagurin at enda er


Til ber at taka alla skránna niður á telduna ella telefonina við at trýsta á her.