Sum væntað hava ÍF, NSÍ, B68 og 07 Vestur vunnið seg víðari í kappingini um løgmanssteypið.
NSÍ vann 2-0 á B71. Klæmint Olsen og Einar Hansen skutu málini í fyrra hálvleiki.
ÍF fekk fimm mál í seinna hálvleiki, tá Skála vitjaði í Fuglafirði. Fuglfirðingar vunnu 6-0. Stutt fyri stegðin høvdu skálamenn ein upplagdan møguleika at javna, men gestirnir tóku ikki av. Eftir steðgin hevði ÍF fult tamarhald á dystinum.
B68 vann greitt og sannførandi á FC Hoyvík, sum vitjaði á Svangaskarði. Úrslitið var 5-0.
Uppflytararnir 07 Vestur vunnu 3-0 á FC Suðuroy, sum flutti niður í næstbestu deildina. Badara Diedhiou og Tamba Yarjah, sum spældi sín fyrsta dyst fyri vágamenn á hesum sinni, vóru millum málskjúttarnar.
07 Vestur - FC Suðuroy 3-0 (1-0)
1-0: Holgar Djurhuus, 37.
2-0: Badara Diedhiou, 53.
3-0: Tamba Yarjah, 69.
ÍF ? Skála 6-0 (1-0)
1-0: Teitur R. Joensen, sjálvmál, 17.
2-0: Bartal Eliasen, 51.
3-0: Bartal Eliasen, brts., 53.
4-0: Bartal Eliasen, 71.
5-0: Høgni Zachariasen, 83.
6-0: Høgni Zachariasen, 85.
NSÍ ? B71 2-0 (2-0)
1-0: Klæmint Olsen
2-0: Einar T. Hansen
B68 ? FC Hoyvík 5-0 (3-0)
1-0: Ibrahima Camara, 6.
2-0: Dánjal Pauli Højgaard, 12.
3-0: André Olsen, 27.
4-0: Dánjal Pauli Højgaard, brts., 66.
5-0: Ndende Adama Gueye, 78.