Ein kontrikend gospelfløga, sum leggur dent á, at kristindómurin fyrst og fremst snýr seg um Jesus og ikki um teir ymisku bólkarnir, ið kristindómurin annars er deildur í.
Fløgan er ógviliga pen og vanlig. Sangararnir syngja sera væl og reint. Fløgan hevur ikki til endamáls at geva lurtaranum eina avbjóðandi tónlistarliga uppliving, men heldur verður dentur á tað innihaldsliga í tónleikinum.
Tónleikararnir spæla væl. Tað hendir meir enn so, at fóturin fer at vippa, meðan tú lurtar eftir vælsvingandi tónleikinum. Sjálvur elski eg at hoyra Jákup Zachariassen spæla uppá steel gittara, og tað sleppa vit eisini at hoyra á hesi fløguni. Jan Zachariassen plagar eisini at borga fyri framúr basspæli, og heldur ikki her verða vit skuffað. Vit hava eina samling av okkara allarbestu sangarum á fløguni. Heini Lutzen er nokk tann av mannligum sangarum, sum hevur tí absolutt vakrastu røddina her á landi. Og halga-3 sum Jón Svein Heinesen syngur væl.
Fyri meg er hæddarpunktið á fløguni Midnáttarrópið, sum er eitt supersvingandi lag, sum næstan (bara næstan) fer yvir í tað rokkutta. Her hava vit eisini eina frálíka kórprestatión av Maluni Lutzen, Lindu Petersen og Heina Lutzen. Hetta lagið gevur eini annars nokkso óspennandi fløgu ein kant ella ein brodd, sum mestsum ger, at eg tími at leggja fløguna í fløguspælarin.
Men tað er so løgið - haldi eg - at løgini eru løtt og upplyftandi, meðan tekstirnir (við sínum vakra boðskapi) ofta eru fyltir við makabrum og blóðugum myndum. Hetta er helst tað sum gevur mær eina løgna kenslu, meðan eg eitt nú hoyri Heina Lutzen syngja so vakurt um eina gjøgnumstungna hond í lagnum Ein blóðug hond nú bankar. Altso: Lekkur vælsvingandi tónleikur, frálíkur sangur og blóðugur tekstur; samstundis. Eg standi av, tá ið tekstir, tónleikur og sinnalag líkasum spenna hvør sín veg. Eg skilji tað snøgt sagt ikki.
Hetta er annars væl gjørd fløga, sum hevur ein penan og tryggan stíl. Soleiðis er fløgan produserað, og hon skal virðast fyri tað sum hon er - ein roynd at samla okkum øll inn móti kjarnuni á kristindóminum.