- Streymurin er harður, men hann linkar, sum vikan gongur. Veðrið verður ikki nakað serligt um páskirnar, men eftir páskir sær betri út.
Soleiðis siga tey á Fiskamarknaði Føroya, har tey í gjár løgdu út sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið teir næstu dagarnar.
Um veðurútlitini fyri páskirnar halda tey á Fiskamarknaðinum tó, at enn er nakað tíðliga at gera seg klókan upp á páskaveðrið.
- Útlitini skulu takast við fyrivarni, tí enn liggja páskirnar nakað frammi.
Sum skilst, er ikki væntandi, at nakar serligur útróður við teir næstu dagarnar, nú páskirnar eru í hondum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey annars at siga, at annað av teimum størru ísfiskalínuskipunum er til fiskiskap, og teir koma helst inn at landa síðst í vikuni.
Av niggju frystilínuskipum, sum í løtuni eru til fiskiskap. eru sjey í Eysturgrønlandi, eitt er á Flemish Kap, og eitt fiskar undir Føroyum.
- Frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Viðhefta mynd her omanfyri er tikin á Eiði fyri nú nøkrum árum síðan. Hetta gjørdist ein framúr góður útróðrardagur hjá einum glastrevjabáti við línu.