Einki undur í Klaksvík

Hóast KÍ ikki var serliga sannførandi, nú Undrið vitjaði í Klaksvík leygardagin, hendi einki undur, ið forðaði KÍ at koma víðari í steypakappingini

Undrið, sum fyri viku síðani vann seg víðari til fyrsta umfar við at vinna heili 6-0 á MB, hevði valt at lagt sín heimadyst í Klaksvík, og tað høvdu klaksvíkingar einki ímóti. Undrið spælir í triðbestu deildini, so tað skuldi mestsum gjørt tað sama, hvar liðið møtti KÍ, tí uppflytararnir í bestu deildina áttu undir øllum umstøðum at verið betra liðið.
Tað var KÍ eisini, men kortini gjørdist talan ikki um ein av teimum stóru og mest sannførandi dystunum. Tá avtornaði, vann KÍ 2-0, sum sjálvandi var nóg mikið, men neyvan heilt nøktandi hjá klaksvíkingum, ið fáa heilt aðra mótstøðu at arbeiða við, tá sjálv landskappingin fer í gongd.
KÍ fekk annars nakað, ið kundi sæð út sum ein ynskibyrjan, tí minni enn eitt korter var farið, tá Høgni Madsen fekk bóltin frá Hjalgrím Elttør, ið kundi havt skotið sjálvur, og fuglfirðingurin kundi lættliga leggja bóltin í málið til 1-0.
Men hóast tað nú skuldi verið klárt til eitt ella annað slag av málveitslu, spurdist lítið burturúr hjá KÍ, ið ikki skapti stórvegis kjansir. Undrið skapti so at siga púrt einki, men stríddist mest við at verja, og heldur ikki megnaðu gestirnir at seta KÍ undir trýst. Heldur var tað KÍ, ið vantaði neyðuga hugflogið fyri at fáa meira burturúr.
Kanska sigandi fyri dystin, so var seinna málið hjá klaksvíkingum eitt sjálvmál, sum kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Øssur Jacobsen var óheppin í verjuni hjá Undrinum.