Einki undur fyri framman

Michael Schumacher er framvegis lammaður og tekur seg ikki nógv fram.

Tað hómast ikki nógv framstig hjá fyrrverandi formil 1-kappkoyraranum, Michael Schumacher, sum kom álvarsliga til skaða eftir eina skíðvanlukku í fronsku alpunum 29. desembur 2013. Eftir eitt hálvt ár í koma og viðgerðir á einum sjúkrahúsi í Sveis slapp hann til húsa aftur hin 9. septembur í fjør.


Schumacher er lammaður, fær ikki tosað og situr í rullistóli. Hann er umgirdur av einum serligum lækna- og hjálparatoymi, ið telur 15 starvsfólk, og tað verður mett, at viðgerðin nú hevur kostað honum og familjuni tað, ið svarar til 101 millión krónur. Peningi er tó ríkiligt av, tí sambært Forbes, so eigur hann ímillum fýra og fimm milliardir krónur.


Enska blaðið Daily Express skrivar í dag, at útlitini fyri at Michael Schumacher skal koma betur fyri seg, eru vánalig. Ein kelda tætt við familjuna sigur við blaðið, at menningin gongur seint fyri seg, og at tað neyvan finnast undur fyri framman. Hesum er svenski nervaskurðlæknin, Peter Hamlyn, samdur í.


- Tað, sum plágar almenningin, er júst tað sama, sum plágar familjuna. Menningin gongur seint fyri seg og er samstundis eisini ótrygg, sigur Peter Hamlyn við svenska Aftonbladet. Hann hevur áður tikið sær av heilaskadda boksaranum, Michael Watson, og kennir seg aftur í ótryggu tilgongdini.