Einki um tosið

Tosið um at Jákup Mikkelsen hevur sett fram ynski um at koma til FCK tykist ikki at hava nakað hald í veruleikanum, men vísir hinvegin, hvussu skjótt mál verða blást upp í fjølmiðlunum

 

Superliga


Síðani Jákup Mikkelsen í seinastu viku setti seg sjálvan á sølulistan, hevur ljóðað, at føroyski landsliðsmálverjin hevur eitt ynski um at sleppa at spæla við høvuðsstaðarfelagnum, FCK.


Einki hald

Sambært málverjanum sjálvum hevur alt hetta tosið tó ikki nakað hald í veruleikanum.

Tosið er íkomið, eftir at heimasíðan, fck-online.dk, hósdagin setti seg í samband við hann. Spurdur um hann hevði havt áhuga í at koma til FCK, svaraði Jákup, at tað hevði sjálvandi verið ótrúliga stuttligt.

Tá vit sunnudagin tosaðu við Jákup, hevði hann sjálvur bestan hug at smíla at øllum hesum tosi.

- Eg setti meg fyrst og fremst á sølulistan, tí eg var eitt sindur ótolin eftir, at Herfølge skuldi taka okkurt stig í samband við sáttmálan hjá mær, sum rennur út í summar. Nakað eftir hetta ringdu tey frá fck-online, og tá svaraði eg sjálvsagt, at tað hevði verið spennandi. Minni enn ein tíma eftir, at eg hevði tosað við tey, ringdu tey frá Radiosporten og spurdu, um eg veruliga var ávegis til FCK. Hatta vísir í øllum førum, at mann skal ansa eftir, hvat sagt verður við pressuna, leggur málverjin afturat.

Annars upplýsir Jákup, at stigið hjá honum við at seta seg á sølulistan tykist at hava loyst seg, tí longu dagin eftir setti leiðslan í Herfølge seg í samband við hann, fyri at fáa ein fund í lag. Ein fundur, sum varð hildin í gjár, og sum vit tískil ikki kenna úrslitið av.


Herfølge kravdi meira

Annars skrivar danska heimasíðan eisini, at FCK fyri nakað síðani var í samráðingum við Herfølge um eitt møguligt keyp av føroyska málverjanum, og hesum játtar Jákup eisini.

- Tað var fyri einum tveimum árum síðani. Eg varð spurdur, um hetta hevði havt mín áhuga, og eftir at eg hevði svarað játtandi, fóru feløgini at samráðast. Minnist meg rætt, vildi FCK lata á leið 2,7 mió kr. fyri meg, men tá Herfølge samstundis hevði fyrispurning frá einum skotskum felagi, royndu teir at trýsta prísin upp. Endin varð, at handilin varð av ongum, og ístaðin keypti FCK Michael Stensgaard, sigur Jákup um hetta.


Vil víðari

Tað tykist tó greitt, at Jákup í løtuni ikki hevur tann stóra áhugan at verða verandi í Herfølge.

Fyri nøkrum vikum síðani førdi Norðlýsi fram, at Jákup ikki vildi vísa aftur, at hann fer at spæla við KÍ seinni í ár, og hóast eingin avgerð er tikin, so vil Jákup framvegis ikki afturvísa hesum.

- Nú havi eg verið í Herfølge í sjey ár, og sjálvur haldi eg, at tað nú er tíð til at royna okkurt annað. Í hesum sambandi hava konan og eg eisini tosað um møguleikan at flyta heim aftur. Sonurin verður seksár í apríl, og so er skjótt aldur til skúlagongd, so tað er klárt, at Føroyar eisini eru í myndini.

- Enn er tó einki sum helst avgjørt í øllum hesum. Einki felag hevur enn sett seg í samband við meg, men í løtuni eri eg í øllum førum opin fyri øllum møguleikum, sigur Jákup Mikkelsen at enda.