Fyri einum mánað síðani viðgjørdi Løgtingið eina frágreiðing, sum teir báðir løgtingsvaldu limirnir í Norðurlandaráðnum, Helgi Abrahamsen og Høgni Hoydal, høvdu lagt fram. Frágreiðingin lýsti arbeiðið hjá ráðnum og hevði harafturat eina røð av tilmælum, sum ráðið hevur latið ráðharraráðnum.
Millum tey mongu tilmælini eru 12 tilmæli, sum viðvíkja heilsupolitikki. Summi kunnu tykjast meiri ítøkilig enn onnur, men samanumtikið má sigast, at ráðið hevur sett sær stór mál, og at kanska júst hetta seinna ger, at tað fer at taka tíð at fremja tilmælini í verki.
Tubbak og alkohol
Sum so mangan fyrr eru tubbak og alkohol tann reyði tráðurin í fleiri av tilmælunum. Eitt nú mælir ráðið til at styrkja granskingina av sambandinum millum tubbak og alkohol øðrumegin og kroniskar sjúkur, krabbamein og liviháttarsjúkur hinumegin. Eitt annað tilmæli er at menna granskingina av, hvussu álvarssom alkoholmisnýtsla hjá vaksnum kann ávirka børn.
Norðurlandaráðið mælir til tiltøk, sum skulu fáa fólk at brúka minni alkohol og at avmarka skaðarnar av alkoholi. Eitt nú mælir ráðið ráðharraráðnum til at umhugsa at seta forboð fyri allari reklamu og marknaðarføring fyri alkoholi, og sum vendir sær til tey ungu.
Tað størsta málið á hesum økinum man vera uppskotið um at gera Norðurlond til eitt tubbaksleyst øki í 2040.