Amerikonsku myndugleikarnir plaga at vanda sær væl um orðini, tá teir finnast at viðurskiftunum í Saudiarabia, men ein nýggj frágreiðing bendir á, at orðalagið er vorðið hvassari nú.
Frágreiðingina hevur uttanríkisráðið í Washington skrivað, og har stendur millim annað, at als einki trúarfrælsi er í Saudiarabia. Samstundis er kongadømið komið á ein lista við londum, sum sambært amerikanarunum elva til stúran. Eygleiðarar í Washington siga við Reuters, at tá USA kemur hevur so hvassar atfinningar at einum landi, heimilar lógin stjórnini at seta handilstiltøk í verk ímóti landinum, men at tað kortini neyvan verður gjørt í hesum føri.
Ein embætismaður í uttanríkisráðnum sigur við tíðindastovuna, at atfinningin er ein ávaring til teir saudiarabisku myndugleikarnar um, at teir mugu gera okkurt við tað vantandi trúarfrælsið, og at USA ætlar sær at taka málið upp.









