Hjúnini Erla og Sólvit Nolsøe búgva til dagligt í Newcastle í Onglandi, har tey lesa ávikavist tónleik og samfelagsfrøði. ?Okkum dámar sera væl ólavsøkuna. Vit plaga bara at ganga runt og heilsa upp á fólk,? sigur Erla.
?Tá vit nú búgva í útlandinum, er tað serliga stuttligt at møta fólki, tí tað er so langt síðan, at man hevur møtt teimum,? sigur Sólvit.
?Vit hava ikki nakra fasta siðvenju til ólavsøkuna, men vit plaga at fara til setanina og fáa okkum ein góðan bita á onkrari matstovu. Og so eru vit sjálvandi eisini altíð í teimum føroysku klæðunum,? sigur Erla flennandi.
?Ja,? sigur Sólvit ?Tombola, ballónir og líknandi gera vit ikki tað stóra av. Tað má bíða, inntil børnini koma.?










