Deyðanstøgn á tingi um Ukraina

Ikki eitt einasta tingfólk tók orðið, tá Jenis av Rana setti løgmanni fyrispurning um støðu Føroya til russiska kríggið í Ukraina

Sum vit skrivaðu her á síðuni fyrr í morgun, so fór Jenis av Rana at seta fram ein munnligan fyristpurning til løgmann um støðu Føroya til russiska kríggið í Ukraina, sum eisini snýr seg um nógv umrøddu fiskiveiðiavtaluna við Russland.

Og var tað onkur sum helt, at ein slíkur spurningur fór at skapa kjak í Løgtinginum, so var tað púra við síðuna av. Tí einki tingfólk tók orðið. Ikki eitt einasta eitt tingfólk tók orðið, hvørki úr samgongu ella andstøðu. Tað tyktist, sum hetta var avtalað spæl.

– Her er deyðans tøgn. Tillukku við tí, segði Jenis av Rana, tá hann sum einasta tingfólk sjálvur mátti taka orðið, tá orðið var frítt hjá tingfólki.

Løgmaður vísti á, at tey arbeiða við málinum í landsstýrinum. Hann segði at støðan var álvarsom, og at tað hevði stóran týdning at gera tað rætta heldur enn tað rætta. Hann segði, at hann ikki var ósamdur við Jenisi av Rana, men at tað hevði so stóran týdning at fyrireika hetta væl.

Jenis av Rana spurdi løgmann, um tað kann hugsast, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fara at snara 180 stig í hesum máli, nú so lítið er hent í málinum, síðani flokkarnir, summ vóru so avgjørdi fyri valið, nú sita við valdið.

Men tað var ikki ein møguleiki, vissaði løgmaður um.

Aksel V. Johannsen upplýsti fyri Løgtinginum, at tey eru komin so langt við fyrireikingum, at málið verður lagt fyri flokkarnar í hesum mánaðinum.

– Málið er at fáa eina semju millum allar flokkar, segði løgmaður.