Føroyavitjan
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, kemur mánadagin til Føroya á arbeiðsvitjan. Hann kemur til Føroya mánadagin og fer avstað aftur týsdagin. Anders Fogh Rasmussen hevur frá fyrstan tíð sagt seg vilja leggja dent á at bøta um spentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað er fyrst og fremst við hesum í hyggju, at hann kemur til Føroya, hálvanannan mánað eftir at hann gjørdist forsætisráðharri.
Í Føroyum skal hann hitta Anfinn Kallsberg, løgmann, og harumframt skal hann hava fundir við umboð fyri andstøðuflokkarnar á løgtingi.
- Eg havi frá byrjan av lagt dent á at fáa samrøður í lag við løgmann og flokkarnar í Føroyum. Eg fari at lurta eftir, hvat løgmaður hevur at siga, og hvat hinir flokkarnir hava at siga, segði Anders Fogh Rasmussen á tíðindafundi í Forsætisráðnum í gjár.
Ongar samráðingar
Talan verður ikki um veruligar samráðingar um framtíðarstøðu Føroya á vitjanini hjá forsætisráðharrnum. Spurdur, um hann hevur nakað tilboð við til Anfinn Kallsberg, løgmann, svaraði Anders Fogh Rasmussen, at tað hevur hann ikki. Endamálið er fyrst og fremst at lurta eftir, hvat føroyingar sjálvir vilja, segði hann.
Tá ið Anders Fogh Rasmussen sat í andstøðu áðrenn fólkatingsvalið í fjør, tók hann eins og meirilutin í Fólkatinginum undir við Føroya-politikkinum hjá Poul Nyrup Rasmussen og undanfarnu stjórnini. Spurdur, um hann hevur broytt støðu til Føroya-politikkin, sigur forsætisráðharrin, at tað hevur hann heldur ikki gjørt.
- Útgangsstøðið er framvegis tað sama sum hjá Nyrup-stjórnini. Men orðalagið millum stjórnina og landsstýrið hevur verið óneyðuga negativt, haldi eg, og tað er hetta, sum eg fari at royna at bøta um, sigur Anders Fogh Rasmussen.
Umframt vitjanina mánadagin, kemur forsætisráðharrin helst aftur til Føroya seinni í ár á eina almenna vitjan.