Grunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, sum á hvørjum ári játtar fiskimonnum stuðul, ið vegna sjúku og skaðatilburð eru vornir óarbeiðsførir sum fiskimenn og ikki fáa nóg mikið til lívsins uppihald á ánnan hátt, umframt eftirsitandi hjá føroyskum fiskimonnum, játtar ongan slíkan stuðul í ár.
Vanliga hevur grunnurin fingið 300.000 krónur á løgtingsfíggjarlógini, men henda játtan er burtur, uttan at Grunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn hevur fingið nakra frágreiðing um, hví so er. Men sambært Rás2 er líkt til, at hetta er eitt mistak hjá fíggjarnevndini.
Grunnurin hevur gjørt vart við hetta hjá Fiskimálaráðnum við skrivi tíðliga í vár og í heyst, men einki svar er komið, verður sagt frá grunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.
Heldur ikki hava umbønir um at fáa upphæddina setta á fíggjarnevndarskjal, hava givið nakað úrslit. Tí hevur grunnurin ikki annað val enn at boða frá, at eingin stuðul verður játtaður møguligum umsóknum til útgjalding í ár.
Nevndin í grunninum harmast viðferðina, politiski mynduleikin hevur víst okkara fiskimonnum og einkjum teirra við at strika játtanina á fíggjarlógini, uttan nakra sum helst fráboðan.
Fyri fáum árum síðan varð grunnurin fluttur til Fiskimálaráðið at umsita, eftir at hann frammanundan varð umsitin av Almanna- og Heilsumálaráðnum.
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur samtykt at taka av Lønjavningarstovuna, og av tí at játtanin hjá grunninum varð umsitin av Lønjavningarstovuni, er játtanin eisini strikað væl at merkja helst sum eitt mistak.
Grunnurin, sum hevur virkað síðani 1938, hevur játtað stuðul til millum 120 og 200 umsóknir árliga, og sjálvt um upphæddin frá grunninum ikki hevur verið so stór, hevur peningurin verið ógvuliga kærkomin hjá illa komnum fiskimonnum og einkjum.
Mynd: tilvildarlig savnsmynd