Tónleikur
Hanus Gærdum Johansen hevur seinastu tvey áratíggjundini ment seg til at vera kanska fremsta lagasmiðin í landinum. Tulkingar hansara av stórum norðurlendskum yrkjarum hava verið framúr, og ikki minst er hann í Føroyum elskaður fyri framúr framførslurnar av yrkingunum hjá Pól F.
Fyrstu árini hevði Hanus sínar framførslur á smærru pallunum á SummarFestivalinum, men tá mjørkin argaði útlendsku nøvnini í fyrraárið, traðkaðu føroysku nøvnini á stóra pallin við nøkrum brakandi framførslum.
Somikið brakandi var tann hjá Hanusi, at hann í fjør var maðurin, sum loftaði fjøldini eftir rock-brakið frá Scorpions. Og hóast tað enn ikki er greitt, hvar ella nær hann stendur á skránni í ár, so hevur Hanus so sanniliga prógvað, at hann ikki smæðist burtur – líkamikið hvørji hini nøvnini eru.
- Sjálvandi eru vit fegin um, at Hanus aftur er við í ár. Bæði tí hann skjótt kann roknast sum ein ímynd av festivalinum, men so sanniliga eisini, tí hann er ein somikið nógv virdur tónasmiðjur, sigur Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
- At Gaman og álvara nú er endurútgivin ber væl boð um, hvussu virdur og elskaður hann er av bæði ungum sum eldri, og tað eru fá, sum á sama hátt megna at fanga fjøldina – bara við einum guitara, sigur hann.