Einki stuttligt at fara í kríggj við eina heila bygd

Vit hava tikið ábyrgd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

 

Tað er ábyrgdarleyst at traðka á bremurnar nú.

 

Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn á býráðsfundi í gjárkvøldið, har eitt uppskot frá minnilutanum í býráðnum um at steðga ætlanini at koyra grót úr Eysturoyartunlinum á Sund.

 

Hon vísti á, at undanfarna býráð hevur samtykt hetta málið einmælt. Og grundað á hesar samtyktina í býráðnum hava byggifelagið, NCC, sum ger tunnilin, og felagið fyri Eysturoyartunnilin, gjørt eina avtalu um grótið úr tunlinum.

 

– Nú er ábyrgdarleyst at traðka á bremsuna, tí so taka vit grundarlagið undan avtaluni ímillum NCC og felagið, sum ger Eysturoyartunnilin. Og gera vit tað, fáa vit eitt stórt endurgjaldskrav, tí talan er um eina verkætlan fyri milliardir.

 

Annika Olsen sigur, at einki haldgott uppskot er frammi um, hvat grótið so skal leggjast og tað er ábyrgdarleyst at leggja arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin, stilt.

 

– Annika Olsen ásannar, at hetta málið er óhugaligt, tí tað er einki stuttligt hjá býráðnum at fara í kríggj við eina heila bygd.

 

Men hon sigur, at tey hava roynt at gingið Kaldbaksfólki á møti, og tískil verður Sundsá varðveitt, samstundis sum at ein partur a ósanum verður varðveiddur og malargrótið verður tikið upp.

 

Hon vísir eisini á, at tað eru strangari treytir fyri virkseminum á havnarøki enn á einum vinnuøki, so tað verður ikki tann dálkandi ídnaðurin á Sundi, sum kaldbaksfólk stúra fyri.

 

Tey, sum hava virksemið á Sundi, skulu lúka tær treytir, sum settar eru og tí skal økið nú ruddast, leggur hon afturat.

 

Hinvegin heldur hon, at tað er eisini ein uppgáva hjá eini kommunu at skapa vinnumøguleikar og hon vónar at Sund verður eitt blómandi vinnuøki. Og skulu vit hugsa um fiskivinnu, er tað greitt, at vit tapa kappingina við onnur øki í landinum, legði hon afturat.