Einki stig lá eftir til føroysku liðini í Danmark

Liðini hjá Rakul Wardum og Janu Mittún vóru fyri tapum

Føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum fingu ikki nakað stig til høldar í kvøld.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á útivølli 30-32 fyri Keypmannahavn. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-15.

 

Rakul bjargaði fýra av 25 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen stóð seg væl frægari við sjey bjargingum í 18 málroyndum. 

 

Ringkøbing er triðaftast í deildini við níggju stigum.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á heimavølli 28-36 fyri verandi meistarunum, Odense sum vóru á odda 21-16 í steðginum. 

 

Jana skoraði eitt mál og legði upp til fýra mál (assist).

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 24 stigum. 

 

Skanderborg uttan Súnu K. Hansen var á heimavølli fyri stórtapi 20-39 (12-20) móti Esbjerg.

 

Skanderborg er næstaftast í deildini við sjey stigum.